Viðtøkur fyri Diabetesfelagið

Navn og heimstaður:

§ 1.

Navn felagsins er Diabetesfelagið, og heimstaðurin er Tórshavn.

Endamál felagsins er:

§ 2.

At virka fyri og stuðla áhugamálum teirra, sum hava hava diabetes í Føroyum.

At veita upplýsing, ráðgeving og undirvísing um diabetes og kor teirra við diabetes í Føroyum.

At stuðla vísindaligari kanning av diabetes.

At samarbeiða við onnur feløg, ið virka fyri at bøta um kor teirra brekaðu í Føroyum.

At vera við í norrønum og millumtjóða samstarvi viðvíkjandi viðurskiftum teirra, sum hava diabetes.

Felagið er partapolitiskt og átrúnaðarliga óheft.

Limaskapur:

§ 3.

Limur í felagnum kann ein og hvør gerast, einstaklingur eins væl og feløg og stovnar.

§ 4.

Ársaðalfundurin ásetur limagjaldið. Broytingar, sum ársaðalfundurin samtykkir, kunnu setast í verk beinanvegin.

Limagjaldið skal rindast á hvørjum ári.

Felagið tekur ímóti møguligum fíggjarligum stuðli frá einstaklingum, feløgum, stovnum og tí almenna.

Stýrið:

§ 5.

Ársaðalfundurin verður hildin á hvørjum ári innan apríl mánaður er úti. Ársaðalfundurin er hægsti myndugleiki í øllum viðurskiftum felagsins.

Boðað verður til ársaðalfundar við almennari lýsing í minsta lagi tvær vikur fyri fundardag.

Ársaðalfundurin er viðtøkuførur, tá í minsta lagi 15 limir eru á fundi.

Fundarstjórin ger av, um atkvøtt verður munnliga ella skrivliga. Tó skulu nevndarlimirnir altíð veljast við skrivligari atkvøðugreiðslu.

Avgerðir vera tiknar við vanligum meiriluta. Broytingaruppskot til hesa samtyktir skulu verða samtykt á aðalfundi við í minsta lagi 2/3 meiriluta fundarfólksins.

Ársaðalfundurin skal hava hesa dagsskrá:

  1. a) Fundarstjóri valdur
  2. b) Formaður felagsins greiðir frá gongdini í undanfarna ári.
  3. c) Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan ársroknskap til góðkenningar.
  4. d) Nevndarlimir og tveir tiltakslimir valdir.
  5. e) Grannskoðari valdur.
  6. f) Limagjald ásett.
  7. g)
  8. h)

Uppskot til aðalfundin skal nevndin hava fingið í minsta lagi eina viku, áðrenn aðalfundurin verður hildin.

Frágreiðing frá fundinum verður førd í gerðabók, sum fundarstjóri og nevndarlimir undirrita.

§ 6.

Eykaaðalfundur hevur sama myndugleika sum ársaðalfundurin. Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin ger av, ella tá ið fjórðingur av limunum krevur tað skrivliga.

Eykaaðalfundur verður lýstur við almennari lýsing í minsta lagi tríggjar dagar, áðrenn fundurin verður hildin.

Eykaaðalfundurin er viðtøkuførur uttan mun til, hvussu nógvir limir eru á fundi.

§ 7.

Nevndin skal hava 3-5 limir, sum verða valdir á ársaðalfundinum.

Nevndarlimirnir verða valdir fyri tvey ár í senn.

Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og skrivara.

Nevndin velur sær sjálv kassameistara.

Nevndarformaðurin kallar saman til nevndarfundar í minsta lagi eina ferð um fjórðingsárið.

Nevndin er viðtøkufør, tá ið minsta lagi tríggir nevndarlimir eru komnir á fund.

Allar nevndaravgerðir verða tikna við vanligum meiriluta av teimum, ið komin eru á fund.

Nevndin skipar fyri í minsta lagi trimum limafundum á hvørjum ári.

Nevndin skal hava ábyrgdina av, at felagið virkar eftir hesum samtyktum.

Nevndin hevur dagligu leiðslu og dagliga rakstur felagsins um hendi, eins og hon hevur um hendi øll daglig fíggjarviðurskifti felagsins – tó skal aðalfundarsamtykt til viðvíkjandi handli við føstum ognum felagsins.

Formaður og nevndarlimur undirrita felagið – tó skulu allir nevndarlimirnir skriva undir skjøl, ið viðvíkja handli við føstum ognum felagsins ella veðseting av teimum.

Nevndin kann veita umboðsfulltrú.

Roknskapur felagsins:

§ 8.

Roknskaparárið er álmanakkaárið. Roknskapurin skal verða gjørdur á vanligan hátt, soleiðis at hann greidliga sýnir allar ognir og alla skuld felagsins.

Kassameistarin skal á hvørjum ári í seinasta lagi 20. februar lata grannskoðara felagsins roknskapin. Grannskoðaði roknskapurin skal liggja frammi á skrivstovu felagsins í minsta lagi eina viku, áðrenn ársaðalfundurin verður hildin.

Avtøka av felagnum:

§ 9.

Felagið kann bert verða avtikið á aðalfundi, ið hevur hetta mál á dagsskránni. Til tess at taka felagið av krevst, at í minsta lagi helvtin av limunum er á fundi og í minsta lagi ¾ av teimum, ið eru komin á fundin, atkvøða fyri tí.

Verður felagið avtikið, skulu ognir felagsins latast til eitthvørt tiltak teimum við diabetes í Føroyum at gagni.

Viðtøkurnar vóru samtyktar á stovnandi aðalfundi í Tórshavn tann 15. februar 1986 og broyttar nakað á ársaðalfundi í Tórshavn tann 3. apríl 1993 og tann 13. mars 2019.

 

DIABETESFELAGIÐ

May-Britt Skoradal, formaður

Birita Kristoffursdóttir Samuelsen, næstformaður

Mourits Joensen, kassameistari

Allan Skaalum, skrivari