Søgan hjá felagnum
Diabetesfelag Føroya varð stovnað 15. februar 1986 við tí endamáli at virka fyri og stuðla áhugamálunum hjá fólki við diabetes í Føroyum.
Í endamálsorðinigini varð eisini lagdur dentur á at veita upplýsing, ráðgeving og undirvísing um diabetes og korini hjá fólki við diabetes í Føroyum. Somuleiðis er eitt endamál at stuðla gransking í diabetes, at samarbeiða við onnur feløg, sum virka fyri at bøta um korini hjá teimum, sum bera brek í Føroyum, at vera við í norrønum og millumtjóða diabetessamstarvi.
Diabetesfelagið, sum tað í dag eitur, er partapolitiskt og átrúnaðarliga óheft. Felagið hevur umleið 500 limir (2013) og verður stjórnað av eini 5–mannanevnd, sum verður vald av aðalfundinum. Nevndarlimirnir velja sínámillum formannin.
Forfólk felagsins hava verið:
Trygvi Jacobsen, (1986–1988)
Steinbjørn í Lambanum (1988–2000)
Kristiana Rein, (2000-2016)
May-Britt Skoradal (2016-)
Felagið skipar fyri upplýsandi fundum, bæði limafundum og almennum fundum kring landið. Felagið skipar fyri at fáa serfrøðingar úr útlondum til Føroya til limafundir, almennar fundir og fundir við heilsustarvsfólk. Eisini skipar felagið fyri skeiðum fyri fólki við diabetes og avvarðandi teirra, bæði við føroyskum heilsustarvsfólki og útlendskum leiðbeinarum.
Diabetesfelagið hevur síðani stovnan luttikið í norðurlendskum samstarvi millum diabetes–feløgini í norðurlondum m.a. við luttøku í “Nordic Diabetes Forum”, sum verður hildið skiftandi millum londini. Sætta hvørt ár er Diabetesfelagið vertur fyri “Nordic Diabetes Forum” í Føroyum.
Formenninir í norðurlendsku feløgunum hittast ein ferð árliga at kunna hvønn annan um diabetesviðurskifti í teimum ymsu Norðurlondunum.
Diabetesfelagið bleiv í 2006 limur í IDF, sum er altjóða diabetesfelagsskapur.
Diabetesfelagið er limafelag í paraplyfelagsskapinum, Megd, og hevur skrivstovu í Megdhúsunum á Íslandsvegi 10C í Havn.
Eingin savnað søga er skrivað um Diabetesfelagið í Føroyum og røsku stigtakararnar – enn.