Nýtt búmerki til nýggja navnið
Nýggja búmerkið hjá Diabetesfelagnum, er meira nútímans, og tað hóskar eisini væl til altjóða diabetesmerkið, heldur nevndin.
Á aðalfundi hóskvøldið 4. juni 2020 bleiv nýggja búmerkið hjá Diabetesfelagnum víst fram.
Tað var Allan Skaalum, nevndarlimur, sum í síni framløgu greiddi frá, at avgerðin á seinasta aðalfundi um at broyta navnið frá Diabetesfelag Føroya til Diabetesfelagið kravdi, at búmerkið eisini bleiv dagført.
“Kanska ikki av ongum eru vit onkuntíð argað við, at gamla búmerkið líktist sukurmolum”, sigur Allan og hevur hug at smílast.
“Vit gjørdu jú eisini av á seinasta aðalfundi at broyta viðtøkurnar, so vit ikki longur brúka orðið “sukursjúka”, tí tað avspeglar eina farna tíð. So tíðin var helst eisini komin til, at “sukurmolarnir” í búmerkinum áttu at víkja fyri onkrum nýggjum”, sigur hann.
Altjóða eyðkenni
Nýggja búmerkið er blátt og er eitt “d”, tó at tað eisini er ein rundingur. Skrifttypan, sum er brúkt, er løtt, og so hevur tað eisini havt týdning fyri nevndina, at altjóða eyðmerkið fyri diabetes er partur av okkara føroyska búmerki.
“Vit vildu hava eitt logo, sum er serstakt, men sum eisini hóskar væl til altjóða ímyndina av diabetes”, sigur Allan Skaalum.
Nevndin bað eina samskiftisfyritøku um at átaka sær uppgávuna, og nøkur uppskot komu so til at taka dagar ímillum.
“Men vit vóru øll samd um, at hetta var tað besta uppskotið. Skriftin er løtt, búmerkið er eyðkent, “d” er í sum í “diabetes, og so kennast litirnir og sniðið eisini aftur frá altjóða merkinum”, sigur Allan Skaalum.
Nevndin vónar, at limirnir eisini fara at taka væl móti nýggja samleikamerkinum.