Fyrilestur fyri heilsustarvsfólk: Diabetes og eginumsorgan
- 16:15
- Veitsluhøllin á Landssjúkrahúsinum
Soleiðis mennir føroyska heilsuverkið fólk við diabetes
Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin bjóða heilsustarvsfólki til týdningarmiklan fyrilestur um, hvussu føroyska heilsuverkið betri kann menna førleikarnar hjá fólki við diabetes til at hava góða eginumsorgan.
Vit fáa vitjan av Helle Terkildsen Maindal, professara, MPH og ph.d., sum er stovnsleiðari á Institut for Folkesundhed á Aarhus Universiteti og knýtt at Steno í Keypmannahavn.
Helle Terkildsen Maindal hevur arbeitt við heilsufremjan og diabetesfyribyrging í mong ár. Fyrilestur hennara fyri heilsustarvsfólki er um organisatoriskan heilsuførleika, sum snýr seg um, hvussu heilsuverkið kann menna sín bygnað og sínar tilgongdir, so tað verður lættari hjá fólki við diabetes at skilja heilsuboðskapir, at stýra eftir teimum og velja rætt.
Helle Terkildsen Maindal fer m.a. at tosa um, hvussu vit kunnu styrkja heilsuførleikarnar hjá persónum við diabetes, og hvussu heilsuverkið kann ”lækka gáttina”, so øll kunnu fáa røttu hjálpina. Við øðrum orðum, hvussu vit kunnu leggja heilsuverkið til rættis, so at tað hóskar til øll.
Eftir fyrilesturin verður orðaskifti og høvi at seta spurningar.
Fyrilesturin verður seinnapartin 19. september 2024 frá klokkan 16:15 – 18:00 í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, og ein drekkamuður verður eisini á skránni.