Nov 21 2023
21/11/2023

Alment tiltak: Diabetes og kynslív

  • 06:00 PM
  • Veitsluhøllin á Landssjúkrahúsinum

Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin skipa fyri almennum tiltaki í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum tann 21. november klokkan 18.00-20.30 um diabetes og kynslív

Kynslívið er dýrabart, men hvussu kann diabetes ávirka tað? Hvat kann gerast fyri at varðveita góða kynsliga heilsu og nærlívið í parlagnum? Hetta eru bara nakrir av spurningunum, sum vit ætla at varpa ljós á, nú altjóða diabetesdagur er í november.

SKRÁ:

18.00-18.10:    May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum, og Anita Højgaard, dietistur á Steno Miðstøðini, bjóða vælkomin.

18.10-18.40:    Kynslig heilsa og diabetes – hvussu ávirkar diabetes tína kynsliga heilsu

Steðgur

18.50-19.20:    Samskifti og parlag – at hava eitt opið samskifti um kynsliga heilsu og nærlív í parlagnum

19.20-19.35:    Heilsugóður kostur og diabetes

19:35-20.10:    Lívsháttur og kynslig heilsa – hvussu ávirkar kostur og kropslig rørsla kynsligu heilsuna

Tey, ið leggja fram hetta kvøldið, eru Johan Poulsen, serlækni í urologi, Anette Højer Mikkelsen og Birgitte Schantz Laursen, kynslívsfrøðingar, og Anita Højgaard, dietistur á Steno Miðstøðini.

Vit bjóða tvíflís, kaffi og te.

Møtið fjølment!