Apr 27 2023
27/04/2023

Almennur fyrilestur um diabetes-strongd

  • 19:30
  • Veitsluhøllin á Landssjúkrahúsinum

Diabetesfelagið og Steno Miðstøð Føroya bjóða til almennan fyrilestur við Ingrid Willaing Tapager, professara og granskingarleiðara á Steno Diebetes Center í Keypmannahavn.

Evnið verður diabetesstrongd ella diabetes-distress, sum rakar sera mong, sum hava sjukuna. Fyrilesturin hevur heitið “Gerandisdagurin við diabetes: Stúran, ørkymlan og kensluligir trupulleikar eru mangan partur av lívinum við diabetes – hvat vita vit um tað, og hvat kann gerast við tað?”.

Fyrilesturin verður í veistluhøllini á Landssjúkrahúsinum hósdagin 27. apríl klokkan 19:30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.