Fyrilestur: Styrk førleikarnar at handfara títt diabetes
- 19:00
- Veitsluhøllin á Landssjúkrahúsinum
Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin bjóða fólki við diabetes og avvarðandi til fyrilestur um, hvussu týdningarmiklu føleikarnir til at hava gott tamarhald á diabetes kunnu styrkjast
Vit fáa vitjan av Helle Terkildsen Maindal, professara, MPH og ph.d., sum er stovnsleiðari á Institut for Folkesundhed á Aarhus Universiteti og knýtt at Steno í Keypmannahavn.
Helle Terkildsen Maindal hevur arbeitt við heilsufremjan og diabetesfyribyrging í mong ár. Fyrilestur hennara er um heilsuførleikar, sum snýr seg um orkuna og evnini hjá tí einstaka at skilja heilsuboðskapir, at stýra eftir teimum og velja rætt. Mangar forðingar eru fyri góðum heilsuførleikum í dagsins fløkta heilsuverki. Sum sjúklingur og avvarðandi skal ein mangan velja millum eina ørgrynnu av týðandi viðurskiftum, og onkuntíð kann tað vera torført at halda kósina í meldrinum av heilsuboðskapum og heilsutilboðum. Hetta kann vekja kenslur av ørkymlan og mistum yvirliti.
Helle Terkildsen Maindal fer m.a. at tosa um, hvussu vit kunnu styrkja um heilsuførleikarnar hjá bæði tí einstaka sjúklinginum og avvarðandi, og hvussu heilsuverkið sjálvt kann ”lækka gáttina”, so at øll kunnu fáa røttu hjálpina.
Fyrilesturin verður 19. september klokkan 19:00 – 20:30 í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, og drekkamuður verður eisini at fáa.