Aðalfundur og fyrilestur um diabetesstrongd
- 06:30 PM
- Megd-húsið, Íslandsvegur 10 í Havn
Aðalfundur verður í Diabetesfelagnum 13. mars klokkan 18:30 í Megd-húsinum á Íslandsvegi 10 í Havn
Árligi aðalfundurin í Diabetesfelagnum verður 13. mars klokkan 18:30 í Megd-húsinum á Íslandsvegi 10 í Havn.
Umframt aðalfundin, sum verður hildin sambært viðtøkunum, verður eisini viðkomandi fyrilestur á skránni.
Vanja Klein Olsen, sum í síðsta mánaði stóð masterprógv í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, fer at halda fyrilesturin, “Diabetesstrongd hjá fólki við typu1 og nøgdsemi við viðgerðina”.
Vanja byggir fyrilesturin á serritgerð sína, sum hevur heitið, “Lívið við typu1-diabetes. Ein tvørskurðskanning av diabetes-strongd og viðgerðarnøgdsemi millum vaksnar føroyingar við typu1- diabetes”.
Sum vanligt verður eisini ein góður drekkamuður at fáa, og nýggir limir kunnu tekna seg. Diabetesfelagið vónar, at mong møta til aðalfundin og til limatiltakið aftaná.
Vinaliga
Nevndin