Apr
20
2022
20/04/2022
Aðalfundur á Hotel Hafnia
- 18:00
- Parnassið, Hotel Hafnia, Havn
Aðalfundur verður í Diabetesfelagnum mikukvøldið 20. apríl klokkan 18:00 á Parnassinum á Hotel Hafnia.
Skráin verður sambært viðtøkunum.
Beint eftir aðalfundin verður limatiltak, har Jens Andreasen, yvirlækni í diabetes, og Herborg Johannesen, yvirlækni í endokrinologi, greiða frá søguni, nú insulin sum heilivágur hevur 100 ár á baki, og um, hvussu umstøðurnar hjá fólki við diabetes hava verið í Føroyum hesa tíðina.
Eisini fer Kristiana Rein at hava framløgu um stóra arbeiðið, sum gjørt verður í altjóða átakinum, Life for a Child, ið hevur sum aðalmál, at einki barn skal doyggja av insulintroti.
Felagið bjóðar ábit.
– Nevndin