IDF: Heimskongressin 2025 verður í Bangkok
Heimskongressin IDF World Diabetes Congress 2025 verður í Bangkok í Tailandi frá 7. – 10. apríl 2025
Á stóru IDF-ráðstevnuni, sum verður á vári 2025, hittast umboð frá 240 limafeløgum í IDF úr øllum heiminum at knýta sambond og hoyra um alla ta nýggju serfrøðina, sum er á diabetesøkinum.
Meira enn 250 altjóða fyrilestrar eru á skránni, sum eisini rúmar eina langa røð av fremstu diabetesserfrøðingum og diabetesheilsustarvsfólkum í heiminum.
Á heimskongressini verða eisini framsýningar av øllum handaslagi, sum hava við diabetes at gera, og somuleiðis verða stroymingar gjørdar av 10 tiltøkum.
Kongressin varar í fýra dagar.
Lesið meira her.