Hav armband við á festivalin
Nú summarsins festivalar stunda til, er skilagott hjá fólki við diabetes at fáa sær armband, sum vísir øðrum, at ein hevur diabetes
Tað skal vera stuttligt, trygt og herligt at vera á t.d. musikkfestivali, eisini tá ein hevur diabetes. Men so kann tað henda, at blóðsukrið brádliga kavar, og tá er gott at hava eitt armband, sum kann vísa øðrum, hvat er áfatt.
Tit, sum vilja fáa eitt slíkt armband, kunnu skriva til May-Britt Skoradal, forkvinnu í Diabetesfelagnum á maybrittskoradal@gmail.com
Gott summar!