Fótbóltur sum viðgerð og fyribyrging
May-Britt Skoradal, granskari og forkvinna í Diabetesfelagnum, er høvuðsrithøvundur á kaptli í bókini “Fótbóltur sum fyribyrging og viðgerð”, sum Dansk Boldspil-union hevur givið út
Við vísindaligum prógvum verður fótbóltur lýstur sum bæði viðgerð og fyribyrging, tá tað ræður um fólk við diabetes2.
Talan er um ein kapittul í bók hjá Dansk Boldspil-Union, sum granskararnir May-Britt Skoradal, Thomas Rostgaard Andersen, Magni Mohr, Jacob Friis Schmidt og Jens Bangsbo hava latið úr hondum.
Í greinini verður staðfest, hvussu langtíðarblóðsukur kann lækkast við ymiskum kropsligum virksemi, og hvussu heilsufótbóltur kann brúkast sum viðgerð og fyribyrging fyri diabetes2. Eisini verður víst á, at haldgóð prógv eru um, at heilsufótbóltur hevur gagnliga ávirkan á beinbroyskni, sum ofta sæst hjá fólki við diabetes2.
Lesið kapittulin hjá May-Britt Skoradal og hinum her.
Øll bókin er her.