Diabetes og vælvera á breddan
Í dag er altjóða diabetesdagur, og kring um í heiminum verður diabetes og vælvera sett ovast á breddan
Høvuðsevnið á altjóða diabetesdegnum 2024-2026 er diabetes og vælvera, tí við hóskandi atgongd til diabetesviðgerð og stuðli ber til hjá øllum at fáa eitt gott lív hóast sjúkuna.
Ótal av fólki við diabetes hava stórar dagligar avbjóðingar av at handfara sína støðu heima, á arbeiðsplássi og skúla. Tey mugu alla tíðina vera kná, væl skipað og ábyrgdarfull, og hetta hevur stóra ávirkan á teirra kropsligu og mentalu vælveru.
Ein nýggj altjóða kanning, sum IDF hevur gjørt, vísir, at 77 prosent av fólki við diabetes hava havt angist, tunglyndi ella aðrar mentalar trupulleikar, ið stava frá sjúkuni. Mangan hevur diabetesviðgerð einans blóðsukurjavnvág fyri eyga, og hetta hevur við sær, at mong fólk við diabetes hava tað tungt.
Diabetesfelagið heitir á øll um á hesum degi at seta vælveru í miðdepilin í diabetesviðgerðini og seta kós saman móti eini betri javnvág til frama fyri vælveruna hjá fólki við diabetes.