Diabetes 2

Hevur tú illgruna um, at tú hevur typu2-diabetes? Sjúkueyðkennini eru m.a. tosti, at tú ofta skalt kasta tær av vatninum og skriði

Fakta um typu2-diabetes

Typu2-diabetes er arvalig sjúka, men torskilt samspæl er millum ílegur og umhvørvi, sum hevur øktan vanda við sær. So sjúkan er ikki arvalig á sama hátt sum eitt nú eygnalitur. Hetta merkir, at um tú hevur typu2-diabetes, so eru tíni foreldur, heilsystkin og børn í størri vanda fyri at fáa sjúkuna, men tey fáa hana ikki neyðturviligvís. Yvirvekt økir um vandan.

Mong vita ikki av, at tey hava typu2-diabetes ella eru í ferð við at fáa typu2-diabetes.

Sjúkueyðkennini fyri typu2-diabetes kunnu vera torfør at leggja tilmerkis, tí mangan eru tey ógreið og í byrjanini lutfallsliga veik. Tey menna seg eisini spakuliga, úr mánaðum upp í ár.

Ansa eftir hesum sjúkueyðkennunum

  • Verri almenn heilsustøða
  • Møði
  • Tú lætnar
  • Tosti
  • Noyðist ofta at kasta tær av vatninum
  • Ólag á sjónini
  • Skriði
  • Infektión í húð og slímhinnum
  • Sár, sum ikki grøða væl

Hví fáa fólk typu2-diabetes?

Fleiri grundir eru til, at nøkur fólk fáa typu2-diabetes, og bæði ílegur og umhvørvi spæla ein leiklut. Hevur tú ílegur, sum gera teg disponeraða/n fyri at fáa typu2-diabetes, so hevur tú veikt brisi og ert tí ávirkilig/ur av teimum umhvørvisárinum, sum eisini seta brisið undir trýst.

Ílegur

Tú kanst hava ílegur, sum gera, at tú ert í vanda fyri at fáa typu2-diabetes uttan tó at fáa sjúkuna, um tú hevur sunnan lívsstíl. Øvugt kann ein, sum livir heilsugott, fáa typu2-diabetes, um viðkomandi er ógvusliga disponerað/ur fyri sjúkuni.

Umhvørvi

Ílegurnar gera ikki einsamallar av, um tú fært typu2-diabetes. Umhvørvisárin spæla eisini ein leiklut. Serliga eru ábendingar um, at etur tú ov nóg og rørir teg ov lítið, ert tú í størri vanda fyri at fáa sjúkuna.

Ein heilsugóður lívsstílur kann kanska ikki forða fyri, at tú fært typu2-diabetes, men tú kanst seinka gongdini fram móti, at sjúkan staðfestir seg.

Arvur

Typu2-diabetes er arvalig sjúka. Um okkurt tætt skyldfólk hevur typu2-diabetes, eigur tú javnan at fáa læknan at kanna títt blóðsukur, serliga um tú ert eldri enn 40 ár, vigar ov nógv, hevur høgt blóðtrýst og/ella kolesteroltal, ella um tú sum kvinna áður hevur havt diabetes í viðgongutíðini (graviditetsdiabetes).

Tak sjúkueyðkennini í álvara

Sjúkueyðkennini menna seg spakuliga – úr mánaðum upp í ár – og eru í byrjanini veik. Mangan verða tey tí tulkað sum ellistekn ella vanligt brek, sum ein so líðandi hevur góðtikið og tí ikki fingið læknaviðgerð fyri. Hetta er ein stórur trupulleiki, tí staðfest er, at heili 35 prosent av teimum, sum fáa staðfest typu2-diabetes, longu hava fingið fylgisjúkur.

Tess fyrr ein fær typu2-diabetes staðfest, tess lættari er at fyribyrgja fylgisjúkur.

Ein kann ganga í mong ár við sjúkueyðkennum, áðrenn sjúkan so av tilvild verður staðfest. Hetta kann vera í sambandi við, at ein er farin til lækna við einum trupulleika, sum so vísir seg at vera fylgisjúka av typu2-diabetes, sum ein ikki visti av.

Soleiðis staðfestir læknin typu2-diabetes

Læknin ella sjúkrahúsið staðfestir typu2-diabetes við blóðroynd.

Títt langtíðarblóðsukur verður mátað (HbA1C), sum vísir eitt miðaltal fyri títt blóðsukur seinastu 2-3 mánaðirnar.

Fyri at tryggja, at sjúkustaðfestingin er røtt, verður blóðroynd tikin tveir ymsar dagar. Tær verða sendar á kanningarstovu, og tú fært úrslitini fáar dagar seinni.

Liggur títt langtíðarblóðsukur yvir 6,5% (48 mmol/mol) staðfestir læknin, at tú hevur diabetes.

3 faktorar av týdningi fyri at fáa typu2-diabetes

Lívsstílur

Hóast tú ert genetiskt disponerað/ur fyri typu2-diabetes, so er tað mangan ósunnur lívsstílur, sum avger, um tú fært sjúkuna ella ikki.

Tín lívsstílur hevur við øðrum orðum nógv at siga, og tí kanst tú í ávísan mun fyribyrgja at fáa sjúkuna. Tað gert tú við at:

  • Eta sunt
  • Røra teg hvønn dag
  • Ikki roykja
  • Ikki at blíva feit/ur

GG: Hevur tú longu typu2-diabetes, kann sunnur lívsstílur saman við heilivági fyribyrgja fylgisjúkur

Yvirvekt

Um tú vigar ov nógv, so noyðist brisið at framleiða meira insulin, fyri at blóðsukrið ikki skal blíva ov høgt. Um tú samstundis – vegna ílegurnar – hevur veikt brisi, kann yvirvekt gera tað, at tú fært typu2-diabetes.

Nær í lívinum tú fært diabetes, veldst um, hvussu genetiskt byrjað/ur tú ert og tín lívsstíl. Hevur tú heilsugóðan lívsstíl, og tí tyngir sum minst um virksemið hjá brisinum, so gongur longur tíð, áðrenn tú møguliga fært typu2-diabetes. Øvugt so gongur styttri tíð, um tú ert óvirkin og etur ov nógv. Tað er eisini møguligt heilt at sleppa undan typu2-diabetes, um tú leggur doyðin á at liva sunt.

Arvur

Diabetes er ein sjúka, sum kann arvast.

Hevur tú sjálv/ur typu2-diabetes, er vandin 40 prosent fyri, at tíni børn fáa sjúkuna, sum frálíður. Hava bæði foreldur typu2-diabetes, er vandin 80 prosent.

Tað hevur eisini týdning, hvønn lívsstíl børnini “arva”.

Hóast tú ikki hevur sjúkuna, kunnu tíni børn vera í vanda fyri at fáa hana, um tey hava ílegurnar til tað.

Diabetes 1,5 ella LADA

Umleið 10 prosent av teimum, sum hava fingið staðfest typu2 diabetes í Europa, hava í veruleikanum eina autoimmuna orsøk til sjúkuna, eins og við typu1 diabetes.

Álopið frá egnari immunverju er tó nakað veikari og tekur longri tíð, men úrslitið er tað sama – at enda verður einki insulin framleitt í brisinum.

At byrja við kann sjúklingurin klára seg við tablettum. Tað kann vara úr seks mánaðum upp í fimm ár, áðrenn insulintørvurin er eyðsýndur.

Eftir fimm árum hava 80 prosent av hesum sjúklingum insulin fyri neyðini.

Tað er hesin bólkurin, sum verður kallaður typu1,5 diabetes ella LADA.