Sjúkueyðkenni og grundir
Hevur tú illgruna um, at tú hevur fingið typu1-diabetes?
Sjúkueyðkennini eru m.a. tosti, at tú ofta mást kasta tær av vatninum og skriði. Sjúkueyðkennini fyri typu1-diabetes kunnu menna seg eftir fáum døgum, og tey fyrstu eyðkennini kunnu vera ógreið og minna eitt sindur um beinkrím.
Ver varug/ur við hesi sjúkueyðkennini
- Vaksandi tosti
- Mást ofta kasta tær av vatninum
- Tú lætnar
- Skriði
- Infektión í húð og slímhinnum
- Høvuðpína
- Kvalmi
- Spýggja
- Búkpína
- Óvit
- Møði
- Versnað almenn heilsustøða
Hevur tú fleiri av hesum sjúkueyðkennum, skalt tú seta teg í samband við lækna beinanvegin.
Sjúkueyðkennini kunnu gerast verri
Letur tú ikki við teg koma og fært viðgerð, tá tey fyrstu sjúkueyðkennini vísa seg, hækkar títt blóðsukur enn meira, og sjúkueyðkennini versna:
*Spýggja
*Búkpína
*Vætutrot
*Óvit vegna sýrueitran (ketoacidosa)
Fá staðfest sjúkuna
Typu1-diabetes er ein álvarslig sjúka, sum krevur viðgerð alt fyri eitt. Tí er bráðneyðugt, at tú fert til læknan fyri at máta blóðsukrið, um tú hevur illgruna um diabetes.
Soleiðis avgerð læknin, at tú hevur typu1-diabetes
Blóðroynd verður tikin hjá egnum lækna:
*Liggur blóðsukrið á 7 mmol/l ella hægri, kann læknin staðfesta diabetes
*Liggur blóðsukrið á 6 mmol/l ella lægri, kann læknin útihýsa diabetes
Er títt blóðsukur ov høgt, ávísir læknin teg til sjúkrahúsið, har nærri kanningar verða gjørdar.
Á sjúkrahúsinum taka tey fleiri blóðroyndir:
Blóðsukur: Mátað verður, hvussu blóðsukrið liggur beint nú, so sjúkrahúsið kann samanbera við mátingina hjá læknanum.
Langtíðarblóðsukur: Vísir, um tú hevur havt ov høgt blóðsukur teir seinastu 2-3 mánaðirnar
Hví fáa fólk typu1-diabetes?
Enn vita granskararnir ikki neyvt, hví fólk fáa typu1-diabetes, men tað kann vera ein samanrenning av bæði arvi og umhvørvi. Tað merkir, at bæði tínar ílegur og viðurskifti uttanífrá kunnu hava ein leiklut
Granskingarúrslit vísa, at:
*Hevur mamman typu1-diabetes, er vandin fyri, at barnið fær sjúkuna umleið 2 prosent
*Hevur pápin typu1-diabetes, er vandin umleið 5 prosent
*Hava bæði foreldur typu1-diabetes, er vandin fyri, at barnið eisini fær sjúkuna, 5-20 prosent
Granskarar halda eisini, at umhvørvið kring okkum kann ávirka vandan fyri at fáa diabetes. Helst er talan ikki um einstaka ávirkan, men eitt bland av fleiri faktorum, sum tilsamans vaksa um váðan. Hetta kann til dømis vera:
*Bruni/infektiónir/vira í kroppinum
*Biokemiskar broytingar av evnum í kroppinum
*Óhóskandi nøring í fosturlívi og fyrsta barndómi
*D-vitamintrot
*Ov sterilur lívsháttur
Diabetes 1,5 ella LADA
Umleið 10 prosent av teimum, sum hava fingið staðfest typu2 diabetes í Europa, hava í veruleikanum eina autoimmuna orsøk til sjúkuna, eins og við typu1 diabetes.
Álopið frá egnari immunverju er tó nakað veikari og tekur longri tíð, men úrslitið er tað sama – at enda verður einki insulin framleitt í brisinum.
At byrja við kann sjúklingurin klára seg við tablettum. Tað kann vara úr seks mánaðum upp í fimm ár, áðrenn insulintørvurin er eyðsýndur.
Eftir fimm árum hava 80 prosent av hesum sjúklingum insulin fyri neyðini.
Tað er hesin bólkurin, sum verður kallaður typu1,5 diabetes ella LADA.