Hvat hendir í kroppinum, tá tú hevur typu1-diabetes?

Typa1-diabetes er ein sonevnd autoimmun sjúka, sum merkir, at tín immunverja legst á tínar egnu kyknur í kroppinum.

Tá tú hevur typu1-diabetes, hevur immunverjan oyðilagt betakyknurnar í brisinum (búkspýttkertlinum), so kroppurin ikki longur er førur fyri at framleiða insulin, sum er eitt lívsneyðugt hormon.

Hví fáa vit typu1-diabetes?

Enn hava granskarar ikki staðfest neyvt, hví summi fólk fáa typu1-diabetes. Tað, ið tó er staðfest er, at sjúkan er varandi (kronisk). Hetta merkir, at typu1-diabetes er ein sjúka, sum tú hevur alt lívið, og at tað hvørki ber til at fyribyrgja ella lekja typu1-diabetes.

Rakar ofta børn og ung

Sum oftast eru tað børn og ung, sum brádliga fáa typu1-diabetes, men vaksin og eldri fólk kunnu eisini fáa sjúkuna.

Hvat er insulin – og hví er tað so týdningarmikið?

Insulin er eitt lívneyðugt hormon, sum hevur lyklaleiklut í at umseta tað, sum tú etur og drekkur, til orku. Hjá einum frískum fólki uttan typu1-diabetes framleiðir brisið av sær sjálvum tað insulinið, sum kroppinum tørvar. Tá tú hevur typu1-diabetes, kann brisið ikki framleiða insulin. Tí ert tú noydd/ur at geva kroppinum insulin ístaðin fyri.

Tín tørvur á insulini veldst um, hvat tú etur og drekkur, og hvussu virkin tú ert kropsliga. Tá tú veitst, hvar á stiganum títt blóðsukur liggur, kanst tú lættari laga insulinnøgdina, sum tær tørvar, til tað, sum tú etur og drekkur, og hvussu nógv tú rørir teg.

Hvat er blóðsukur?

Brisið framleiðir hormonið, insulin, sum hjálpir til at umseta kolhydrat frá kostinum til sukurevni, sum er tað brennievni, ið kyknurnar í kroppinum brúka. Insulin verður ofta líkna við ein lykil, sum skal brúkast í hesi skipanini fyri at sukrið kann sleppa inn í kyknurnar at virka.

Uttan insulin verður sukrið verandi í blóðinum, so at tú fært høgt blóðsukur, meðan kyknurnar ikki fáa umsett sukur til sítt virksemi. Hetta ger teg illa til passar, ístaðin fyri at geva tær orku.

Tað er nevniliga frá blóðsukrinum ella blóðglukosuni, at tú fært tína orku.

Kelda: “Fakta um typu1”, diabetes.dk/Mette Glindorf, serfrøðingur í sjúkrarøkt

Soleiðis virkar tín kroppur við typu1-diabetes

Eitt gott yvirlit yvir, hvussu typa1-diabetes ávirkar kroppin, er her.

Diabetes í tølum

Mett verður, at vit í Føroyum hava eini 300 fólk við typu1-diabetes og eini 3000 við typu2-diabetes. Neyv hagtøl vanta.

Soleiðis avgerð læknin, at tú hevur typu 1-diabetes

Á sjúkrahúsinum taka tey fleiri blóðroyndir:

Blóðsukur: Mátað verður, hvussu blóðsukrið liggur beint nú, so sjúkrahúsið kann samanbera við mátingina hjá læknanum.

Langtíðarblóðsukur: Vísir, um tú hevur havt ov høgt blóðsukur teir seinastu 2-3 mánaðirnar

Hetta sigur granskingin um grundirnar

Granskarar halda, at umhvørvið kring okkum kann ávirka vandan fyri at fáa diabetes. Helst er talan ikki um einstaka ávirkan, men eitt bland av fleiri faktorum, sum tilsamans vaksa um vandan. Hetta kann til dømis vera:

  • Bruni/infektiónir/vira í kroppinum
  • Biokemiskar broytingar av evnum í kroppinum
  • Óhóskandi nøring í fosturlívi og fyrsta barndómi
  • D-vitamintrot
  • Ov sterilur lívsháttur