Altjóða diabetesdagur er í dag
Í dag, 14. november, er altjóða diabetesdagur. Diabetesfelagið skipar í hesum sambandi saman við Steno Miðstøð Føroya fyri almennum tiltakið 21. november
Altjóða diabetesdagur varð á fyrsta sinni fyriskipaður í 1991 av IDF og WHO sum aftursvar til stúranina um alsamt vaksandi heilsuvandan av diabetes. Altjóða diabetesdagur bleiv almennur ST-dagur í 2006, tá ST-resolutión 61/225 varð samtykt. Hvørt ár verður dagurin hildin tann 14. november, sum er føðingardagur Frederick Banting, sum saman við Charles Best uppdagaði insulin í 1922.
Mong átøk verða fyriskipað og tiltøk hildin á altjóða diabetesdegnum, sum verður mettur at vera størsta altjóða átak fyri at skapa vitan í meira enn 160 londum.
Blái rundingurin varð gjørdur til at umboða altjóða átakið eftir ST-samtyktina, og hann er alheims súmbolið fyri vitan um diabetes.
Altjóða diabetesdagurin hevur altíð eitt ávíst evni, sum røkkur yvir fleiri ár. Høvuðsevnið fyri altjóða diabetesdagin 2021-2023 er atgongd til diabetesviðgerð.
Í ár hevur Diabetesfelagið saman við Steno Miðstøð Føroya av praktiskum ávum gjørt av, at diabetesdagurin verður hildin við einum almennum tiltakið 21. november. Tiltakið verður hildið í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum 21. november klokkan 18-20:30, har evnið verður diabetes og kynslív. Skráin er henda:
18.00-18.10: May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum, og Anita Højgaard, dietistur á Steno Miðstøðini, bjóða vælkomin.
18.10-18.40: Kynslig heilsa og diabetes – hvussu ávirkar diabetes tína kynsliga heilsu?
Steðgur
18.50-19.20: Samskifti og parlag – at hava eitt opið samskifti um kynsliga heilsu og nærlív í parlagnum
19.20-19.35: Heilsugóður kostur og diabetes
19:35-20.10: Lívsháttur og kynslig heilsa – hvussu ávirkar kostur og kropslig rørsla kynsligu heilsuna?
Tey, ið leggja fram hetta kvøldið, eru Johan Poulsen, serlækni í urologi, Anette Højer Mikkelsen og Birgitte Schantz Laursen, kynslívsfrøðingar, og Anita Højgaard, dietistur á Steno Miðstøðini.
Vit bjóða tvíflís, kaffi og te.
Møtið fjølment!