Blóðsukurmátingar geva tær diabetesteymarnar

Tá tú veitst, hvussu títt blóðsukur liggur, og hvussu tað hækkar og lækkar, verður tú betur før/ur fyri at vita, hvussu matur, drekka, rørsla og insulin ávirka teg.

Kennir tú teg illa til passar, ella vilt tú vita, hvussu støðan er, áðrenn tú fert undir okkurt, so er skjótt og lætt at fáa at vita, um títt blóðsukur er í lagi ella er ov høgt ella ov lágt.

Royn og hald blóðsukrið støðugt

Málið fyri viðgerðini er at raka rætta lutfallið millum insulin, mat og rørslu, so títt blóðsukur verður so støðugt sum møguligt og við so fáum sveiggjum, sum til ber. Á henda hátt hava tey flestu tað best.

Men tað kann vera ein avbjóðing at raka púra rætt, og øll við typu1-diabetes hava tíðarskeið, har blóðsukrið sveiggjar, uttan at tú heilt veitst hví. Hormonir, sjúka og strongd kunnu ávirka blóðsukrið, so tað verður torført at stýra, og umráðandi er ikki at brigsla tær sjálvum/sjálvari, tá tað hendir.

Ymiskir hættir eru at máta blóðsukrið.

Sensorar, sum ein hevur sitandi á til dømis yvirarminum, máta blóðsukrið sohvørt. Mong sløg av sensorum eru á marknaðinum í dag – sí eitt av yvirlitinum her.

Klassiski mátin er at brúka sonevndan fingurprikara til at fáa ein blóðdropa út í/á ein strimmil, sum blóðsukurapparat síðani lesur .

Tosa við tín lækna um, hvat er best fyri teg.

Nøkur ráð um at brúka fingurprikara

*Vaska tær altíð um hendurnar og turka tær væl, áðrenn mátingarnar

*Prika á ytst á síðuni á einum fingri og kroyst ein blóðdropa fram. Ikki stinga mitt á snippin. Tú lærir skjótt, hvussu stórur dropin skal vera

*Blóðdropin verður lættliga sogin á ella inn í ein strimmil, sum tú hevur sett í blóðsukurapparatið, og apparatið vísir skjótt, hvat blóðsukrið er í løtuni

*Prika í vinstru hond, um tú ert høgrhent/ur og øvugt, og royn at skifta millum fingrarnar

Hvat eigur blóðsukrið helst at vera?

Tað allarbesta er, at blóðsukrið liggur millum 4 og 7 mmol/l, áðrenn tú etur, og undir 10 mmol/l, eftir at tú hevur etið.

Áðrenn songartíð er 6 mmol/l best, men fyri mong við typu1-diabetes vil hetta kanska vera heldur ov lágt og hava við sær stóran vanda fyri ov lágum blóðsukri (hypoglykæmi). Eitt kompromis kann vera eitt sindur hægri blóðsukur áðrenn songartíð, sum tú og tín diabeteslækni semjast um.

Endamálið er at hava so støðug blóðsukur sum gjørligt, og “innan mark” so stóran part av tíðini sum gjørligt. Hetta hugtakið kallast “time in range” í diabetesgranskingini, og ein kanning hjá Steno Diabetes Center Copenhagen bendir á, at umframt at lág og støðug blóðsukur fyribyrgja fylgisjúkum, so verjir prinsippið um at hava blóðsukur innan mark eisini móti nýrasjúku, sum er álvarsligt møguligt hjáárin av ov høgum blóðsukrum.

Prinsippið “innan mark” sigur, at tú hevur blóðsukur millum 3,9 og 10 mmol/l 70 prosent av tíðini. Hetta prinsippið er nógv meira sigandi enn bara eitt miðaltal seinastu 2-3 mánaðirnar (HbA1c), tí tað sigur einki um, hvussu stóran part av tíðini, tú hevði ov høg ella ov lág blóðsukur. Tveir persónar kunnu væl hava framúr blóðsukur í miðal, men annar kann vera alt ov lágur alt ov ofta, og hetta kann káma út yvir, at alt ov høg blóðsukur eisini eru stóran part av tíðini, meðan hin liggur innan mark stóran part av tíðini.

Umroknari

Blóðsukur verða ikki altíð lýst eins. Onkuntíð færst tú at vita, at blóðsukrið er soleiðis í mmol/mol, í HbA1c ella mmol/l. Tá er gott at hava ein fasittlista, har virðini eru umroknað. Tann listin er her.