At lætna bøtir munandi um diabetes2
At lætna nógv beinanvegin, tá ein fær staðfest diabetes2, tykist økja møguleikarnar fyri haldgóðum bata
Tað verður kallað “remissión” og merkir, at sjúkan batnar, og blóðsukrini normaliserast yvir longri tíðarskeið uttan heilivág.
Fakblaðið Diætisten hevur gjørt samrøðu við Tinu Vilsbøll, sum er professari og yvirlækni á Steno Diabetes Center Copenhagen. Samrøðan snýr seg um at lætna og at halda vektini niðri sum ein avgerandi partur av viðgerðini fyri diabetes2.
– At lætna 10-15 kilo hevur stóran týdning og er lykilin til remissión fyri diabetes2, sigur hon í samrøðuni.
– Tí er gransking í viðgerð, sum kann forða fyri, at sjúklingar fara fram aftur, sera umráðandi, sigur hon í greinini, sum fevnir um kost, heilivág og rørslu.
Lesið meira her: Tina Vilsbøll professari um at lætna og hava diabetes2
.