Góð ráð um diabetes og kynslív
Diabetes kann hava avbjóðingar við sær fyri kynslívið, men ein kann gera nógv fyri at sleppa undan trupulleikum
Diabetes kann ávirka kynslívið, og fýra av tíggju við diabetes hava onkrar kynsligar trupulleikar.
Menn við diabetes kunnu serliga hava trupulleikar við at fáa standing, meðan kvinnur kunnu hava minkaðan hug og torført við at blíva vátar.
Grundirnar kunnu vera, at stúran og tankar um sjúkuna ávirka, og at høg blóðsukur gera ein troyttan. Kropsliga hendir tað, at um tú hevur havt diabetes í nøkur ár, og ikki hevur verið væl reguleraður, so kann tað ávirka potensin.
Danska Diabetesfelagið hevur gjørt hetta uppslagið um diabetes og kynslív, sum hevur nøkur góð ráð um, hvat ein kann gera fyri at varðveita góða kynsliga heilsu við diabetes.
Les meira her.
Og komið til alment tiltak um diabetes og kynslív í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum týskvøldið 21. november klokkan 18.
Lesið skránna her.