Alment tiltak: Diabetes og kynslív
- 06:00 PM
- Veitsluhøllin á Landssjúkrahúsinum
Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin skipa fyri almennum tiltaki í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum tann 21. november klokkan 18.00-20.30 um diabetes og kynslív
Kynslívið er dýrabart, men hvussu kann diabetes ávirka tað? Hvat kann gerast fyri at varðveita góða kynsliga heilsu og nærlívið í parlagnum? Hetta eru bara nakrir av spurningunum, sum vit ætla at varpa ljós á, nú altjóða diabetesdagur er í november.
SKRÁ:
18.00-18.10: May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum, og Anita Højgaard, dietistur á Steno Miðstøðini, bjóða vælkomin.
18.10-18.40: Kynslig heilsa og diabetes – hvussu ávirkar diabetes tína kynsliga heilsu
Steðgur
18.50-19.20: Samskifti og parlag – at hava eitt opið samskifti um kynsliga heilsu og nærlív í parlagnum
19.20-19.35: Heilsugóður kostur og diabetes
19:35-20.10: Lívsháttur og kynslig heilsa – hvussu ávirkar kostur og kropslig rørsla kynsligu heilsuna
Tey, ið leggja fram hetta kvøldið, eru Johan Poulsen, serlækni í urologi, Anette Højer Mikkelsen og Birgitte Schantz Laursen, kynslívsfrøðingar, og Anita Højgaard, dietistur á Steno Miðstøðini.
Vit bjóða tvíflís, kaffi og te.
Møtið fjølment!