Jústinus Eidesgaard verður gestarøðari

Diabetesfelagið hevur aðalfund mikukvøldið, og á skránni er millum annað val av tilsamans fýra nevndarlimum. Gestarøðari verður Jústinus Eidesgaard, sum hevur livað við typu 2 diabetes í 33 ár Nú styttist til aðalfundin hjá Diabetesfelagnum, sum...

Grunnur skal stuðla diabetes-gransking

Grunnurin eftir Annu og Kaj Nolsøe til frama fyri gransking í sukursjúku stovnaður Ein nýggjur grunnur, Grunnurin eftir Annu og Kaj Nolsøe til frama fyri gransking í sukursjúku, varð stovnaður tann 25. september 2025. Endamálið við...

Diabetesfelagið

Heilsufótbóltur, fitiviðgerð og diabetes

Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin skipa saman fyri einum spennandi, almennum tiltaki í Smæruni í Havn týskvøldið 11. november Altjóða diabetesdagurin 2025 er fríggjadagin 14. november, og í tí sambandinum bjóða Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin til eitt...

Frásøgn frá aðalfundi í IDF og IDF Europe

6. til 10. apríl 2025 vóru tvey umboð fyri Diabetesfelagið, May-Britt Skoradal, fyrrverandi forkvinna, og Allan Skaalum, skrivari, á aðalfundum hjá altjóða diabetesfelagsskapinum IDF og hjá IDF Europe Í sambandi við aðalfundirnar hjá IDF og IDF...

Gott tilboð til ung við diabetes

Diabetesfelagið lýsir eftir ungum millum 18 og 30 ár við onkrum slagi av diabetes, og sum hava hug til at hvessa sínar leiðsluførleikar saman við IDF Europe og styrkja røddina hjá fólki við diabetes Ert tú...

Óført tilboð til tvey við typu2

Diabetesfelagið lýsir eftir tveimum fólkum, sum hava typu2-diabetes, og sum hava hug og hegni til at hjálpa IDF Europe við at fremja uppmerksemið heima og uttanlands um typu2 IDF Europe, sum er europeiski parturin av Altjóða...

Jens Andreasen: Falsleysa andlitið á T1DM og lúnska T2DM

- Eg má tríva eitt sindur í ómetaligu menningina, sum mær untist at uppliva hesi 27 árini, eg havi arbeitt við diabetes, segði Jens Andreasen, deildarlækni í diabetes og endokrinologi, m.a. í síni røðu síni...

Altjóða diabetesdagur á Parnassinum

Komið á Parnassið á Hotel Hafnia í kvøld 14. november klokkan 19, tá vit seta nýggju Steno-diabetesmiðstøðina á skránna Í dag er altjóða diabetesdagur, og í Føroyum setir Diabetesfelagið nýggju Steno-miðstøðina á breddan á almennum tiltaki...

Aðalfundur og limatiltak

Mikukvøldið 20. apríl klokkan 18:00 hevur Diabetesfelagið aðalfund og limatiltak á Parnassinum á Hotel Hafnia Aðalfundurin, sum verður sambært viðtøkunum, byrjar klokkan 18:00, og Diabetesfelagið bjóðar tá eisini ábit. Eftir aðalfundin verður limatiltak, har framløgur verða á...

Bjørnar heiðraður av kongi

Í samfull 29 ár stýrdi Bjørn Allgot norska diabetesfelagnum við sínum serstaka blandi av gaman og álvara. Nú hevur hann fingið heiðurstekin frá kongi fyri sítt stóra íkast Í summar, tá Bjørn Allgot legði frá sær...