Om randi78

Denne forfatter har endnu ikke udfyldt nogle detaljer.
So far randi78 has created 4 blog entries.

Nýggj tablett til diabetes 2 í Danmark

Nýggj tablettviðgerð til fólk við diabetes 2 verður nú sett í verk í Danmark. Hetta er eitt framstig, sigur danska Diabetesfelagið, tí hendan tablettin bøtir um møguleikan at skraddaraseyma viðgerðina av diabetes 2 til einstaklingin
Diabetes 2 er ein fløkt og samansett sjúka, sum – umframt lívsstílsbroyting – vanliga krevur fleiri sløg av heilivági fyri at røkka tí besta úrslitinum. Tí er gott, at læknarnir hava breitt úrval av medisinskum møguleikum, tá teir skulu samanseta bestu viðgerðina til fólk við diabetes 2.
“Øll framstig, sum rudda slóð fyri, at viðgerðin av diabetes 2 kann skraddaraseymast til tann einstaka, er ein fyrimunur, sigur Tanja Thybo, sum er granskingarleiðari í danska Diabetesfelagnum, um nýggja amboðið, sum læknarnir hava fingið við nýggju tablettini.
Á heimasíðuni hjá danska felagnum stendur, at tablettin inniheldur eitt virkið evni, sum eitur semaglutide, ið er grundað á GLP-1-hormon. Frammanundan er hópatal av øðrum tablettum til fólk við diabetes 2, sum innihalda onnur virkin evni.

Nýggja tablettin verður seld undir navninum Rybelsus, og hon er ment av donsku heilivágsfyritøkuni, Novo Nordisk. Talan er um tablettútgávu av einum heilivági, sum frammanundan verður seldur undir navninum Ozempic, men sum verður latin sum innspræning einaferð um vikuna. Nýggja tablettin skal takast einaferð um dagin, fastandi á morgni.

Á heimasíðuni skrivar Novo Nordisk, at GLP-1 er eitt tarmhormon, sum stimbrar insulinframleiðsluna í kyknunum og avmarkar matarlystin. Tí kann tablettviðgerð við GLP-1 hjálpa kroppinum at varðveita sína egnu insulinframleiðslu sum longst, skrivar Novo Nordisk.

“Summi vilja ikki hava innspræningar, og fyri tey er ein tablett ein góður møguleiki. Vit frøast um allar batar, sum ger tað lættari at liva væl við diabetes, sigur Tanja Thybo.

2020-08-23T14:22:44+01:0023rd august, 2020|

Nevndin afturvald

Á skránni fyri aðalfundin í Diabetesfelagnum 4. Juni 2020 stóð eisini nevndarval.
Allan Skaalum og Mourits Joensen stóðu fyri afturvali, og fundarfólkið valdi teir báðar aftur.
Í nevndini sita May-Britt Skoradal, Birita K. Samuelsen, Allan Skaalum, Mourits Joensen og Marna Ingeborg Hentze.
Nevndin í felagnum fer nú at skipa seg. Higartil hevur May-Britt verið forkvinna, Birita næstforkvinna, Allan skrivari, Mourits kassameistari og Marna Ingeborg umboð teirra ungu.

2020-06-05T13:02:25+01:005th juni, 2020|

Nýtt búmerki til nýggja navnið

Nýggja búmerkið hjá Diabetesfelagnum er meira nútímans, og tað hóskar eisini væl til altjóða diabetesmerkið, heldur nevndin.

Á aðalfundinum hóskvøldið bleiv nýggja búmerkið hjá Diabetesfelagnum víst fram.
Tað var Allan Skaalum, nevndarlimur, sum í síni framløgu greiddi frá, at avgerðin á seinasta aðalfundi um at broyta navnið frá Diabetesfelag Føroya til Diabetesfelagið kravdi, at búmerkið eisini bleiv dagført.
“Kanska ikki av ongum eru vit onkuntíð argað við, at gamla búmerkið líktist sukurmolum”, sigur Allan og hevur hug at smílast.
“Vit gjørdu jú eisini av á seinasta aðalfundi at broyta viðtøkurnar, so vit ikki longur brúka orðið “sukursjúka”, tí tað avspeglar eina farna tíð. So tíðin var helst eisini komin til, at “sukurmolarnir” í búmerkinum áttu at víkja fyri onkrum nýggjum, sigur hann.

Altjóða eyðkenni
Nýggja búmerkið er blátt og er eitt “d”, tó at tað eisini er ein rundingur. Skrifttypan, sum er brúkt, er løtt, og so hevur tað eisini havt týdning fyri nevndina, at altjóða eyðmerkið fyri diabetes er partur av okkara føroyska búmerki.
“Vit vildu hava eitt logo, sum er serstakt, men sum eisini hóskar væl til altjóða ímyndina av diabetes”, sigur Allan Skaalum.
Nevndin bað eina samskiftisfyritøku um at átaka sær uppgávuna, og nøkur uppskot komu so til at taka dagar ímillum.
“Men vit vóru øll samd um, at hetta var tað besta uppskotið. Skriftin er løtt, búmerkið er eyðkent, “d” er í sum í “diabetes, og so kennast litirnir og sniðið eisini aftur frá altjóða merkinum”, sigur Allan Skaalum.
Nevndin vónar, at limirnir eisini fara at taka væl móti nýggja samleikamerkinum.

2020-06-05T13:12:55+01:004th juni, 2020|

Spennandi ætlan um diabetesdepil

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður hevur boðið Diabetesfelagnum at vera við í arbeiðsbólki at orða visjón um møguligt samstarv við Novo Nordisk-grunnin um diabetes-depil í Føroyum. “Vit fegnast um hendan stóra møguleikan”, sigur May-Britt Skoradal, forkvinna

Tá nýggja samgonguskjalið varð almannakunngjørt í heyst, vóru tvær reglur, sum nevndin í Diabetesfelagnum og mangir føroyingar við diabetes beinanvegin festu seg við.
Samgongan skrivar har: “Ein diabetesmiðstøð skal stovnsetast, og møguleikin fyri uttanhýsis serfrøði skal kannast nærri”.
Og nú eru fyrstu fetini tikin við luttøku av Diabetesfelagnum.
Í framløgu síni av ársfrágreiðingini á aðalfundinum greiddi May-Britt Skoradal, forkvinna eitt sindur frá, hvat er hent, síðani samgongan almannakunngjørdi sína ætlan á diabetesøkinum.

Forkvinnan við borðið
Í oktober var Diabetesfelagið á fundi við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann.
“Vit greiddu frá støðuni viðvíkjandi diabetes í Føroyum, og heittu á landsstýrismannin um at fáa heildaætlanina um diabetes endurskoðaða”, sigur May-Britt Skoradal.
Ætlanin við diabetesmiðstøð í Føroyum varð eisini umrødd, men tað var so lítið fráliðið tá, at landsstýrismaðurin ikki kundi koma nærri inn á ítøkiligar ætlanir.
“Tó lovaði hann at hava okkum í huga, og tað lyfti helt hann, tí vit eru boðin við í ein arbeiðsbólk”, sigur forkvinnan í Diabetesfelagnum.

Novo Nordisk-grunnurin
Landsstýrið hevur sett sær fyri at fara undir eina tilgongd saman við Novogrunninum fyri at fáa greiði á, hvussu eitt møguligt samstarv á diabetesøkinum kundi fingist á føtur.
Í hesum sambandi er ein arbeiðsbólkur setttur, og tað er í tí bólkinum, at forkvinnan í Diabetesfelagnum hevur fingið ein sess. Onnur umboð eru fyri Heilsumálaráðið, Novogrunnin og annars fakfólk á diabetesøkinum.
Fyrsti fundurin hevur verið, og nú verður støðan við diabetes í Føroyum lýst. Síðani verða mál sett fyri, hvagar leiðin gongur, og at enda, hvussu vit koma hagar.
“Vit eru sera glað fyri hendan stóra møguleikan, og at vit sleppa at sita við borðið. Hetta kann gerast eitt stórt framstig fyri allar okkara limir”, sigur May-Britt Skoradal, forkvinna.
Næsti fundur í arbeiðsbólkinum verður 15. juni, og í heyst er ætlanin, at ein greið visjón skal vera orðað um, hvussu eitt samstarv kann virka.
Alt hetta arbeiðið fer fram í tøttum samstarvi við politisku skipanina og viðkomandi partar á diabetesøkinum.

Lesið ársfrágreiðingina 2019 her.

2020-06-05T12:20:18+01:004th juni, 2020|