Om Brynhild

Denne forfatter har endnu ikke udfyldt nogle detaljer.
So far Brynhild has created 5 blog entries.

Mariann heiðrað av Drotningini

Vit kenna hana so at siga øll.

Hon eitur Mariann Patursson og hevur í meira enn 40 ár tolin og trúgv roynt at lært okkum um kost og ta ávirkan, ið kosturin hevur á okkara likam. Hennara boðskapur hevur verið, at tess meira vit hava vitað um kost, tess meira tamarhald og frælsi hava fólk við eitt nú diabetes ognað sær.

Og fyri sína drúgvu og trúgvu tænastu fekk Mariann hósdagin 26. november “Dronningens fortjenestemedalje”.

Mariann Paturson byrjaði á Landssjúkrahúsinum sum økonoma í 1970.

Hon fekk útbúgving sum dietistur, tá fyrsti árgangur tók prógv í Danmark í 1976, og sama summar fór hon til verka á Landssjúkrahúsinum við nýggju útbúgvingini í skjáttuni. Hon hevur bara verið burtur frá sínum starvi á Landssjúkrahúsinum eitt stutt skifti, tá hon tók farloyvi fyri at leggja lag á á Láargarði í Havn.

Og øll árini hevur Mariann Paturson arbeitt við fólki, sum hava diabetes. Tað eru vit í Diabetesfelagnum henni sera takksom fyri og ynskja Mariann Paturson hjartaliga til lukku við heiðursmerkinum frá Drotningini.

 

2020-11-27T16:02:43+00:0027th november, 2020|

Almennur diabetesfundur í Finsen

Altjóða diabetesdagur er leygardagin 14. november, og hann halda vit við almennum pallborðsfundi í auluni í Finsen í Havn, har luppurin verður settur á sjúkrarøktarfrøðingin í diabetesviðgerðini

IDF, sum er altjóða Diabetessambandið, hevur í ár valt at seta sjóneykuna á tann ómetaliga leiklut, sum sjúkrarøktarfrøðingar hava í diabetesviðgerðini. Og tað fara vit eisini at gera í Føroyum.

Á almennum pallborðsfundi í Finsen leygardagin klokkan 15 verður yvirskriftin: Sjúkrarøktarfrøðingurin sum kjarnin í diabetesviðgerð.

Við pallborðið sita Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum og undirvísari av diabetessjúkrarøktarfrøðingum, Rói á Kósini, kommunulækni og Paula Ólavsdóttir, diabetessjúkrarøktarfrøðingur.

Brynhild Thomsen, journalistur fer at stýra orðaskiftinum, sum m.a. fer at snúgva seg um leiklutin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í kommunulæknaviðtalum í viðgerðini av typu 2 diabetes. Diabetesheildarætlanin, sum varð gjørd í 2013, verður eisini viðgjørd.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Fundurin verður hildin samsvarandi almennu koronuleiðreglunum.

Lesið heildarætlanina fyri diabetesviðgerð í Føroyum her.

2020-11-12T14:37:34+00:0012th november, 2020|

Røtt kós í Føroyum við diabetesútgerð

Heilsuverkið í Føroyum er á rættari kós, tá tað ræður um at játta fólki við diabetes 1 sensor til blóðsukurmáting og insulinpumpu. Nýggj kanning frá Steno Diabetes Center Copenhagen bendir á, at tess longri eins blóðsukur er “innan mark”, tess minni gerst váðin fyri nýruni


Fólk við diabetes 1, sum brúka sensor og insulinpumpu, hava javnari blóðsukur í longri tíðarbil, og hetta tykist minka vandan fyri einum av mest álvarsligu fylgisjúkunum av diabetes, sum er nýrasjúka.
Tað skrivar danska Diabetesfelagið, sum endurgevur eina kanning, sum Steno Diabetes Center Copenhagen hevur gjørt. Hon vísir, at meira støðugt blóðsukur og longri tíðarbil “innan mark”, verjir nýruni. Á enskum verður hetta kalla “time-in-range”.
Í Danmark kann vera sera striltið hjá diabetikarum at fáa hendur á gagnligu útgerðini, og mangan royna fólk við diabetes 1 til fánýtis at søkja kommunur og regiónir um at fáa játtan til sensor og pumpu. Danska Diabetesfelagið stríðist somuleiðis fyri at fáa betri kor á hesum øki fyri sínar limir.

Í Føroyum hava vit eina nógv meira einfalda skipan. Her søkir Ambulatoriið um útgerð til fólk við diabetes, og tað er eingin loyna, at nútímans útgerð er vorðin fastur táttur í viðgerðini av diabetes 1 í Føroyum.

Hetta er góð íløga, tí tað fyribyrgir ringum – og dýrum – fylgisjúkum.

Meira kanningar gerast

Peter Rossing, professari, sum hevur verið partur av kanningini um nýruni og viðgerðartøknina, sigur, at kanningarúrslitini eru “sera spennandi”.
– Kanningin er ov lítil til at vera endaligt prógv, men úrslitini eru týðandi ábending um, at viðgerðarprinsippið “innan mark” kann hava ávirkan á vandan fyri at fáa diabetiska nýrasjúku, sigur hann við danska diabetesfelagið. Rossing sigur, at meira kanningar mugu gerast.
Tað er almenn vitan, at bøtt langtíðarblóðsukur minkar um váðan fyri fylgisjúkum. Men hetta er fyrstu ferð, at ein kanning vísir samband millum “innan mark” og albumin, sum er markørur fyri, um nýrasjúka tekur seg upp.

Røtt kós her á landi

May-Britt Skoradal, forkvinna í føroyska Diabetesfelagnum, heldur somuleiðis, at kanningin er lovandi.

–  Hetta er eisini staðfesting av, hvussu týðandi tað er, at fólk við diabetes hava góða og lætta atgongd til nútímans viðgerðaramboð, sigur hon. Hon rósar føroysku heilsumyndugleikunum fyri at vera framsøkin á hesum økinum.
Uttan nútímans sensor ber ikki til hjá fólki við diabetes at brúka mátiprinsippið um “innan mark”. Prinsippið hevur sum mál, at blóðsukrið skal liggja millum 3,9 og 10 mmol/l í minsta lagi 70 prosent av tíðini.
Nýggja kanningin er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Diabetes Care. Kanningarleiðari var Ajenthen G. Ranjan, lækni og post.doc., sum í fjør fekk 225.000 krónur í granskingarstuðli frá danska Diabetesfelagnum til at granska í tilgjørda brisinum.

– Sjúklingarnir kunnu brúka viðgerðarprinsippið “innan mark” at stýra eftir. Við sensorum, sum máta fimta hvønn minutt, verður tað nógv lættari. Hetta er sera gott ískoyti til langtíðarblóðsukurmátingarnar (HbA1C), sum jú bara verða gjørdar triðja hvønn mánað, sigur Ajenthen G. Ranjan við heimasíðuna diabetes.dk.

2020-09-15T17:34:06+01:0015th september, 2020|

Diabetes 2: Vandin fyri blóðtøppi munandi minni nú

Fólk við diabetes 2 eru ikki longur í so øktum vanda fyri at fáa blóðtøpp, tá samanborið verður við fólk, sum ikki hava diabetes. Tað vísir nýggj donsk kanning

Í mong ár hevur verið sagt, at vandin fyri blóðtøppi í hjartanum er tvífalt so stórur fyri fólk við diabetes 2, tá samanborið hevur verið við fólk uttan diabetes.

Men nú vísir gransking frá Aarhus Universitetshospitali, at hetta ikki passar longur: Persónar við diabetes 2 hava í dag næstan somu útlit, tá tað ræður um blóðtøpp í hjartanum sum fólk í sama aldri og av sama kyni, og sum als ikki hava diabetes.

Reimar W. Thomsen, sum er yvirlækni á Aarhus Universitetshospitali og granskari metir, at tað er betri fyribyrgjandi heilivágur, sum fleiri fáa, ið hevur verið við til at minka um vandan.

Danskir diabetikarar fáa nógv meira og betri fyribyrgjandi heilivág nú enn fyrr, og hetta sæst aftur í heilsutølunum, sigur Reimar W. Thomsen.

– Vit hava havt varhugan av, at vandin er minkaður, men tað kemur óvart á, at vandin er minkaður so nógv. Hetta er bæði spennandi og gleðiligt, men vit skulu vera tilvitað um, at hetta í stóran mun kemst av nógvari fyribyrgjandi medisinskari viðgerð, sum er raðfest hesi seinnu árini, sigur yvirlæknin og granskarin, sum eisini situr í fakliga ráðnum hjá danska diabetesfelagnum.

Yvirlæknin leggur dent á, at hóast hollu úrslitini viðvíkjandi blóðtøppum í hjartanum, fylla fólk við diabetes 2 tíverri enn ov stóran part av deyðatalshagtølunum, samanborið við javnaldrar uttan diabetes.

Góða gongdin viðvíkjandi blóðtøppum í hjartanum sæst eisini aftur hjá dønum sum heild. Og aðrar grundir eru, enn tær, sum bara hava við fyribyrgjandi heilivág at gera. Nógv færri roykja í dag, vaksnir danir røra seg meira, og so hevur Danmark gingið á odda, tá tað snýr seg um at banna transfeittsýrum í mati og annars at leggja dent á at minka um mettað feitt í kostinum.

Lesið meira her.

2020-09-08T11:58:13+01:008th september, 2020|

Webinar um framtíðar diabetesviðgerð

Týsdagin 15. desember klokkan 13-14.15 føroyska tíð verður spennandi webinar um, hvussu talgildar loysnir kunnu brúkast í diabetesviðgerð

Mett verður, at 60 milliónir fólk í Europa hava diabetes. Hetta svarar til íbúgvaratalið í Italia, og talið á tilburðum veksur.

Hvussu kunnu vit á besta hátt lyfta ta stóru uppgávuna at geva góða viðgerð, tá tørvurin veksur støðugt, og ber til at bøta um og víðka um viðgerðarmøguleikar við talgildum loysnum?

IDF, sum er altjóða diabetessamgongan í Europa, hevur tosað við diabetesserfrøðingar um, hvørja visjón teir hava um framtiðar diabetesviðgerð.

Í tí sambandi skipar IDF fyri tveimum webinarum. Tað fyrra verður týsdagin í næstu viku, 15. september klokkan 13-14-15 føroyska tíð.

Teknið tykkum til her

Øll eru vælkomin!

2020-09-07T10:25:32+01:007th september, 2020|