Diabetesfelagið er limafelag í Megd, og tí eru limir okkara vælkomnir á aðalfundin mikukvøldið 24. februar

Aðalfundur verður í Megd 24. februar 2021 kl. 19 á Hotel Føroyum.

Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Uppskot frá limafeløgum til mál at leggja fyri aðalfundin, og uppskot til starvsnevndarlimir og tiltakslimir, skulu verða starvsnevndini í hendi 3 vikur áðrenn aðalfundin, t.v.s. í seinasta lagi mikudagin 3. februar 2021 kl. 12.

Limir í limafeløgunum hjá MEGD, tað vil siga eisini limir í Diabetesfelagnum, kunnu møta á aðalfundinum.

Vinarliga boða frá luttøku á megd@megd.fo ella á tlf. 317373 týsdag-hósdag kl. 10-15 í seinasta lagi 19. februar 2021 kl. 12.