Heilsuverkið í Føroyum er á rættari kós, tá tað ræður um at játta fólki við diabetes 1 sensor til blóðsukurmáting og insulinpumpu. Nýggj kanning frá Steno Diabetes Center Copenhagen bendir á, at tess longri eins blóðsukur er “innan mark”, tess minni gerst váðin fyri nýruni


Fólk við diabetes 1, sum brúka sensor og insulinpumpu, hava javnari blóðsukur í longri tíðarbil, og hetta tykist minka vandan fyri einum av mest álvarsligu fylgisjúkunum av diabetes, sum er nýrasjúka.
Tað skrivar danska Diabetesfelagið, sum endurgevur eina kanning, sum Steno Diabetes Center Copenhagen hevur gjørt. Hon vísir, at meira støðugt blóðsukur og longri tíðarbil “innan mark”, verjir nýruni. Á enskum verður hetta kalla “time-in-range”.
Í Danmark kann vera sera striltið hjá diabetikarum at fáa hendur á gagnligu útgerðini, og mangan royna fólk við diabetes 1 til fánýtis at søkja kommunur og regiónir um at fáa játtan til sensor og pumpu. Danska Diabetesfelagið stríðist somuleiðis fyri at fáa betri kor á hesum øki fyri sínar limir.

Í Føroyum hava vit eina nógv meira einfalda skipan. Her søkir Ambulatoriið um útgerð til fólk við diabetes, og tað er eingin loyna, at nútímans útgerð er vorðin fastur táttur í viðgerðini av diabetes 1 í Føroyum.

Hetta er góð íløga, tí tað fyribyrgir ringum – og dýrum – fylgisjúkum.

Meira kanningar gerast

Peter Rossing, professari, sum hevur verið partur av kanningini um nýruni og viðgerðartøknina, sigur, at kanningarúrslitini eru “sera spennandi”.
– Kanningin er ov lítil til at vera endaligt prógv, men úrslitini eru týðandi ábending um, at viðgerðarprinsippið “innan mark” kann hava ávirkan á vandan fyri at fáa diabetiska nýrasjúku, sigur hann við danska diabetesfelagið. Rossing sigur, at meira kanningar mugu gerast.
Tað er almenn vitan, at bøtt langtíðarblóðsukur minkar um váðan fyri fylgisjúkum. Men hetta er fyrstu ferð, at ein kanning vísir samband millum “innan mark” og albumin, sum er markørur fyri, um nýrasjúka tekur seg upp.

Røtt kós her á landi

May-Britt Skoradal, forkvinna í føroyska Diabetesfelagnum, heldur somuleiðis, at kanningin er lovandi.

–  Hetta er eisini staðfesting av, hvussu týðandi tað er, at fólk við diabetes hava góða og lætta atgongd til nútímans viðgerðaramboð, sigur hon. Hon rósar føroysku heilsumyndugleikunum fyri at vera framsøkin á hesum økinum.
Uttan nútímans sensor ber ikki til hjá fólki við diabetes at brúka mátiprinsippið um “innan mark”. Prinsippið hevur sum mál, at blóðsukrið skal liggja millum 3,9 og 10 mmol/l í minsta lagi 70 prosent av tíðini.
Nýggja kanningin er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Diabetes Care. Kanningarleiðari var Ajenthen G. Ranjan, lækni og post.doc., sum í fjør fekk 225.000 krónur í granskingarstuðli frá danska Diabetesfelagnum til at granska í tilgjørda brisinum.

– Sjúklingarnir kunnu brúka viðgerðarprinsippið “innan mark” at stýra eftir. Við sensorum, sum máta fimta hvønn minutt, verður tað nógv lættari. Hetta er sera gott ískoyti til langtíðarblóðsukurmátingarnar (HbA1C), sum jú bara verða gjørdar triðja hvønn mánað, sigur Ajenthen G. Ranjan við heimasíðuna diabetes.dk.