Hevur tú eisini Diabetes? 😊

10. – 12. Novembur í ár verður ein lega fyri børn, sum hava diabetes. Tú ert boðin við!
Á leguni kanst tú hitta onnur børn, sum eisini hava diabetes. Tú kanst taka foreldur tíni og systkin tíni við.
Vit fara at spæla, hugna okkum og læra hvønn annan at kenna.
Legan verður á Hotel Skálavík. Har kann man gera nógv; t.d. fara vit at grilla í grillsmáttum, og vit fara í heitan pott.

Tú skalt vera millum 2 og 13 ár. Foreldur og systkin tíni kunnu tó vera yngri og eldri  😊
Ein í familjuni skal vera limur í Diabetesfelag Føroya.
Legan kostar kr. 100 fyri hvønn.

Tilmelding:
Sendið teldupost til diabetes.fo@gmail.com ella sendið eini boð til okkara her á Facebook.
Viðmerkið navn og aldur á teimum, sum koma við. Viðmerkið eisini, hvør hevur diabetes. Eitt telefonnummar skulu vit eisini hava.
Gjaldið kr. 100 fyri hvønn persón á kontu 9181 472.142-1

Vit frætta fegin frá tykkum um serlig ynski til møgulig evni at taka upp á leguni.