Í sambandi við altjóða diabetesdagin 14. november skipaði Diabetesfelag Føroya fyri almennum fundi  í Smæruni í Tórshavn sunnudagin 13. november. Altjóða diabetesfelagsskapurin heitti á nationalu feløgini um at seta fokus á eygu og týdningin av eygnascreening. Malan Holm, eygnalækni, helt í tí samband ein áhugaverdan og upplýsandi fyrilestur um, hvussu eygað er uppbygt og hvørjar broytingar henda í eyganum, tá talan er um eygnakomplikatiónir av diabetes. Dentur var lagdur á týdningin av, at blóðsukur, kolesterol og blóðtrýst er væl regulerað, soleiðis at vandin fyri komplikatiónum minkar.

Magni Mohr, granskari, helt eisini ein fyrilestur um týdningin rørslu. Hann vísti á fleiri vísindaligar kanningar, sum hava staðfest, at rørsla og serliga interval-rørsla, hevur hópin av positivum árini á kroppin. Harímillum kunnu nevnast at blóðsukrið lækkar, kolesterolið betrast, búkfitin minkar, hjarta styrknar og blóðtrýstið lækkar. Harumframt hava kanningar víst, at rørsla góða ávirkan á tí sálarligu heilsuna og kann vera við til at fyribyrgja eina røð av sjúkum.

Eini 50 fólk vóru á fundinum. Ein góður drekkamunnur var í steðginum millum fyrilestrarnar.

(Mynd: Eyðfinnur Olsen)